Tingmaður mundi sloppið við í Robinson

Tingmaðurin Jákup Sverri Kass var seinasta vikuskifti í Danmark, har avgerast skuldi, um hann slapp við til »Robinson Ekspeditionen 1999« hjá sjónvarpsrásini TV3

Tað var um reppið, at Jákup Sverri Kass slapp at luttaka í »Robinson Ekspeditionen 1999« hjá sjónvarpsrásini TV3. Hann var seinasta vikuskifti í Danmark til kropsligar og sálarligar kanningar, fyri at vita, um hann var skikkaður at verða millum tey sekstan, ið sleppa við.


Nummar 21

Jákup Sverri fekk svar úr Danmark í gjár, og svarið var, at hann ikki slapp við. Men hetta er hann hóast alt ikki so keddur um, tí hann varð nevniliga valdur út sum nummar 21, og tey eru 16, ið sleppa við. Frá TV3 fáa vit at vita, at talið av umsóknum, ið komu inn var 11.182. Sostatt var Jákup Sverri Kass millum tey fremstu útvaldu.


Fleiri royndir

Tað er sera torført at sleppa við til Robinson tiltakið. Ein skal gjøgnum fleiri royndir, áðrenn ein fær endaligt svar.

Fyrstu ferð, valt verður frá millum umsøkjararnar er, tá 200 av umsøkjarunum verða valdir út millum teir 11.182, ið hesuferð søktu. Síðani koma allir hesir 200 til samrøðu, har soldað verður frá, so bert 50 eru eftir. Hesir 50 umsøkjararnir verða síðani boðsendir til læknakanningar, kropsliga roynd, prát við sálarfrøðing og roynd, hvussu tey eru fyri framman upptøkutólum. Eftir allar hesar kanningar er greitt, hvørjir luttakararnir til »Robinson Ekspeditionen« verða. Og tað var eftir hesar royndirnar, at Jákup Sverri Kass fekk at vita, at hann er gjørdist nummar 21 í kappingini um at sleppa at luttaka í væl umtóktu sjónvarpskappingini »Robinson Ekspeditionen«