Tingmaður hartar Kringvarpið

_ Ójólalig kringvarpsleiðsla! Tað er skoðsmálið, sum John Johannessen, løgtingsmaður, gevur kringvarpsleiðsluni sum fyri fyrstu ferð í manna minni onga jólasøgu hevði til børnini í morgun – fyrsta morgunin í jólamánaðinum

- Í ein mansaldur – í góðum og ringum tíðum - hevur útvarpið klárað at bjóðað eina jólasøgu til børnini hvønn morgun í desember. Men eisini hesum hevur nýggja kringvarpsleiðslan beint fyri, sigur John Johannessen, løgtingsmaður.

Hann vísir á, at børnini sótu sum á nálum í morgun. Nú var umsíðir 1. desember. Dagurin tá fyrsta lúkan í jólakalendaranum skuldi latast upp, og ikki minst var árliga, hugnaliga jólasøgan í útvarpinum væntandi. Siðbundna tiltakið, sum hevur ríkað um jólahýrin hjá fleiri ættarliðum næstan síðani Útvarp Føroya bleiv til.

- Sjálvur minnist eg serliga, hvussu jólahýrurin breiddi seg í barnahjartanum, tá  hugfarsliga og eyðkenda røddin hjá Oskari Hermannsson hoyrdist í lurtinum. Men 1. desember 2009 skuldi vera ørðvísi. Hesaferð skuldi lisens fíggjaða almenna public service kringvarpið ikki borðreiða við nøkrum jólaligum til børnini. Helst er umberingin vánalig fíggjarorka. Men stovnurin hevur sanniliga verið verri fyri fíggjarliga áður og kortini megnað sínar uppgávur. Harumframt er savnið á tremur við jólakaledarum frá undanfarnum árum. Ein slíkur kundi verið sendur uttan trupulleikar og uttan kostnað, heldur løgtingsmaðurin.

John Johannessen sigur, at eftirhondini er tað bart út sagt troyttandi áhaldandi demonstrativt at fáa at vita, hvat ikki ber til fyri 63 mió., heldur enn at fáa at vita, hvat ber til.

- Man kundi freistast at hugsað, at nýggja leiðslan í Kringvarpinum ikki sær seg sum ein public service tænara hjá lurtarum og hyggjarum, men heldur sær lurtarar og hyggjarar sum ein dagligan trupulleika, sigur hann.