Javnaðarflokkurin er flokkurin hjá verkafólkunum.
Hetta roynir ein av tingmonnum floksins at prógva við at vera beinleiðis við í stríðnum hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri at vinna limunum hægri løn.
Tá verkfallsforðingarnar í Kollafirði klokkan tvey náttina til mánadagin vórðu upp aftur tiknar eftir ein steðg um vikuskiftið var Hans Pauli Strøm, tingmaður, ein av verkfallsvaktunum.
? Eg standi her, tí eg ringdi til Ingeborg og segði, at eg vildi hjálpa til. Tá hon so ringdi til mín og bað meg koma at standa verkfallsvakt við hesum vaktarliðinum, tók eg av beinan vegin, segði Hans Pauli Strøm við Sosialin í oysandi regninum í Kollafirði mánanáttina
Týsdagin røkti Hans Pauli Strøm aftur starv sítt, sum tingmaður. Tá var hann á fundi í grundlógarnevndini.