Fólkatingslimurin Johanne Schmidt-Nielsen úr Eindarlistanum svímaði, júst sum hon helt røðu í gjárkvøldið. Johanne Schmidt-Nielsen er framsøgukvinna hjá Eindarlistanum og var í ferð við sína framsøgurøðu um setanarrøðu forsætisráðharrans, tá hon fekk trupulleikar við at tosa. Tom Behnke úr Konservativa Fólkaflokkinum skilti, hvat bagdi, og hann leyp upp á røðarapallin, loftaði Johanne Schmidt-Nielsen og var við til at bera hana út úr tingsalinum, meðan hinir tinglimirnir forfarnir hugdi at. Johanne Schmidt-Nielsen bleiv flutt á sjúkrahús og fekk tað betur beinanvegin.










