– Nú er tann seinasti neistin í Javnaðarflokkinum slóknaður
Jenis av Rana, tinglimur fyri Miðflokkin, var bara ein av fleiri tinglimum í andstøðuni, sum løgdu Javnaðarflokkin undir hart trýst í Løgtinginum í gjár.
Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur um mánaðin.
Hetta er sama upphædd, samgongan hevur lækkað grundupphæddina við, samstundis sum at gjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði, soleiðis, at samanumtikið hava pensjónistar nú 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin, enn teir høvdu framman undan.
Men tinglimir í andstøðuni løgdu serliga eftir Javnaðarflokkinum og vísti á, at tað nettupp var gamli javnaðarmaðurin, Petur Mohr Dam, sum var størsta drívmegin at fáa eina føroyska fólkapensjón.
Síðani hevur grundupphæddin verið eina heilag kúgv hjá Javnaðarflokkinum, og øðrum flokkum við og tinglimir í andstøðuni brúktu hvørt høvið teir fingu, til at endurgeva, hvat Aksel V. Johannesen, núverandi løgmaður, og Rigmor Dam, núverandi landsstýriskvinna, skrivaðu um fólkapensjónina fyri bara fýra árum síðani, har tey staðfestu tað sama.
Tí hildu tinglimir í andstøðuni fyri, at tað var nógv fyri at síggja, hvar flokkurin hjá Peturi Mohr Dam, varð endaður
– Fyrr høvdu javnaðarfólk eitt hjartað, men nú eru tað akademikarar, sum stýra flokkinum og tað er harmiligt at síggja, at eldurin er slóknaður, eisini tann síðsti neistin, koyrdu tinglimir í andstøðuni á Javnaðarflokkin.
Men Javnaðarmenn lótu seg ikki taka av fótum.
Jónleif Johannesen, vísti ferð eftir ferð á, at nú hava pensjónistar 1000 krónur meiri um mánaðin at liva fyri, og hann vildi hava tinglimir úr andstøðuni at greiða frá, hví tað er verri enn at fáa 580 krónur meiri at liva fyri
Hann vísti eisini á, at grundupphæddin stendur í stað, og verður ikki hækkað í samsvari við príshækkingar. Ein slík skipan kann aldrin verða grundarlagið undir eini pensjónsskipan, tí hon minkar alsamt í virðið, so at pensjónistar fáa alsamt minni at liva fyri, helt hann.
Henrik Old, landsstýrismaður, staðfesti, at Samhaldsfasti er ein fantastisk skipan, har øll rinda inn eftir førimuni, men øll fáa tað sama aftur í pensjón Og fyri hann er tað bara eitt, sum hevur týdning, og tað er, hvat pensjónistar fáa mest burtur úr, og tað er eingin ivi um, at tað er Samhaldsfasti, sum gevur pensjónistum tað bestu pensjónina.
Samstundis er tað ein skipan, sum er ómetaliga lætt at umsita, tí tað krevur bara eitt starv av umsita Samhaldsfasta.
Hinvegin hevur hann ikki serliga stórt álit á eini skipan, har hvør skal spara saman til sína egnu pensjón, tí tað verður sett í partabrøv. Og tað eru ikki so fá, sum hava mist tað mesta av síni pensjón, tí virðisbrøvini missa alt sítt virði.
Hinvegin er Samhaldsfasti ein ómetaliga trygg skipa, staðfestir Henrik Old. Men hann vísir eisini á, at skulu pengar vera á fíggjarlógini til at rinda fólkapensjón, skal onkur fyrst hava goldið tað í skatti, leggur hann afturat.