Tinglimir í Suðuroy í Sandoy og aðrastaðni, eru rættiliga fortørnaðir inn á, at samgongan ikki vil játta Strandferðsluni nóg mikið av pengum til, at hon sleppur undan at skerja túratalið hjá Smyrli ein túr um vikuna, sum greitt er frá longur niðri á Portalinum.
Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, kunngjørdi rætt og slætt í løgtinginum í dag, at hetta fara suðuroyingar aldrin at finna seg í.
Hon spyr um nakar tinglimur norðaneftir hevði funnið seg í, at undirsjóvartunlarnir bara vóru opnir ein tíma um dagin.
Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, vónaði, at landsstýrið eisini tekur seg saman, táið hugsað verður um ferðasambandið til Suðuroy og ikki bara hugsar um ferðasambandið norðanfyri.
Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum heldur, at tað má ikki henda, at túratalið verður skert, tí tað fer bara at eggja fólkið til at rýma úr Suðuroy.
Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, helt ikki, at suðuroyingar eiga at finna seg í, at ferðaætlanin verður skerd.
Hann vísti á, at tað er so nógvur farmur til og úr Suðuroy, at Smyril er at kalla fullur, hvønn túr.
Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum heldur ikki, at vit, sum framkomið samfelag, kunnu loyva, at suðuroyingar verða koyrdir eftir hæli ímeðan aðrir partar í landinum válka sær í tunnilsdøgum og krevja ókeypis undirsjóvartunlar.
Í gjáramorgunin kallaði samgongan til tíðindafund at kunngerða, hvat hon hevði avrikað, síðani hon kom til og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi spurdi, setti tað eisini á avrikslistan, at útjaðarin verður niðurlagaður.









