Tinglimir fáa nú pengar at keypa sær hjálp fyri

- Tað skal bøta um dygdina í arbeiðnum hjá løgtingslimum

Nú fáa løgtingslimir skjótt meiri pengar at arbeiða fyri.

 

Tá ið fíggjarlógin varð samtykt, varð samstundis samtykt, at hvør løgtingslimur skal fáa 30.000 krónur, sum hann skal brúka til at keypa sær ráðgeving, ella skrivarahjálp fyri.

 

Tað hava løgtingslimir ikki havt fyrr og endamálið er, at uppskot, sum tinglimir leggja fyri Løgtingið verða meiri fullfíggjað, enn tey kanska hava verið í ávístum førum.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, a nú eru tey í ferð við at leggja síðstu hond á reglugerðina fyri, hvat peningurin kann brúkast til og tá ið hon er liðug, verður peningurin útgoldin.

 

Løgtingsformaðurin sigur, at peningurin er ikki til teir ymsu flokkarnar, men eru markaðir til hvønn einstakan løgtingslim. Tað verður eisini hvør einstakur løgtingslimur sjálvur, sum stendur til svars fyri, hvat peningurin er brúktur til, og roknskapur skal latast Løgtinginum, fyri at vísa, at hann er brúktur eftir reglunum.

 

Men Páll á Reynatúgvu sigur, at endamálið við pengunum er at bøta um dygdina í arbeiðnum hjá løgtingslimum, og hann kann brúkast til at keypa løgfrøðiliga hjálp ella til at keypa sær hjálp til at orða uppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið.

 

Peningurin  kann eisini brúkast til skrivarahjálp, til ráðgeving frá fjølmiðlafólki, til hjálp frá búskaparfrøðingum, ella til aðra ráðgeving, sigur løgtingsformaðurin.