Fíggjarpolitiski talsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, sum er vald í høvuðsstaðnum, er ímóti øllum stuðli til útjaðarin, Sosialurin 5. september 2003.
Greið tala frá tjóðveldistingkvinnu
Hetta er greið tala, sum vit í útjaðaranum kunnu taka til eftirtektar, tí so vita vit hvat nøkur Tjóðveldisfólk ynskja.
Fleiri røddir hava verði frammi um, at alt virksemi skal samlast í miðstaðarøkinum, tí virksemi í útjaðaranum er ov dýrt, virðisøkingin er ov lítil, ikki rentabul, ikki burðardygg o.s.v og ein orsøk til hetta er kostnaðurin av flutningi, av rávøru og lidnari vøru.
Flutningsstuðulin
At flutningsstuðulin er avlagandi fyri útjaðarin trúgvi eg ikki uppá, og at flutningsstuðulin ger, at virkir virka vørur sum ikki loysa seg trúgvi eg heldur ikki uppá, tí hvat virkið framleiðir við undirskotið við vilja? - hatta er ørvitistos,- ella heldur hendan tingkvinnan, at vit bert skulu arbeiða tosk?
Hevur hon kannað hví so nógv vøra frá útjaðaranum fer yvir keikant í Tórshavn og hvør fær vinningin av hesum?
Aðrar vinnur og útjaðarin
Føroyska høvuðsvinnan er í útjaðaranum og við at gera tað so ólagaligt sum gjørligt fyri vinnuna í útjaðaranum, vil hendan tingkvinnan draga so nógv sum gjørligt til miðstaðarøki.
At aðrar vinnur ikki eru farnar til miðstaðarøki kenni eg ikki so nógv til, tí í útjaðaranum er tað næstan bert fiskivinnan sum heldur hjólini koyrandi og við hugburðinum hjá tingkvinnuni, er vandi á fer í útjaðaranum.
Broyt hugburð
Vælsigna verði teg, virka fyri at fiskivinnan mennist, serstakliga í útjaðaranum, lat verða við at leggja fótonglar fyri útjaðarin, játta nógv meira pening til gransking á økinum, so at virðisøking verður veruleiki og ikki sum nú, eitt orð sum tit "landspolitikarar" sleingja út og sum einki hald er í.










