Tingkvinna fer eftir býráðssessi í Havn

Løgtingskvinnan Kristianna Winther Poulsen ætlar sær í býráðið í Havn.

Løgtingskvinnan Kristianna Winther Poulsen ætlar sær í býráðið í Havn.

 

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag er í ferð við at leggja seinastu hond á listan til býráðsvalið 8. november, sum eftir ætlan verður endaliga góðkendur á 2. og 3. uppstillingarfundi mánakvøldið. Og mangt bendir á, at Javnaðarflokkurin ætlar sær ein sterkan lista, tí í øllum førum trý úr tingmanningini hjá flokkinum stilla upp til býráðsvalið:

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri og løgtingsmaður. Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna og býráðslimur og in.fo veit fyri vist, at Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna, eisini er á listanum, sum endaliga skal góðkennast mánadagin.

 

Javnaðarflokkurin gjørdi eitt rimmar val á seinasta býráðsvali. Hann gjørdist so nógv størstur og vann einsamallur meirilutan í býráðnum – 7 av 13 sessum. Tað er ikki hent áður – síðani allir flokkar stillaðu upp.