Tingið í Ukraina koyrt til hús

Tjóðartingið í Ukraina varð koyrt til hús í gjárkvøldið og nýval útskrivað. Tað var Viktor Jusjtjenko, forseti, sum kunngjørdi, at hann hevði upployst tingið og koyrt tað til hús, og at nýval verður tann 17. mai.

Í einari røðu í sjónvarpinum segði forsetin, at tjóðartingið hevur brotið stýrisskipanina, og tí helt hann seg ikki hava annað í at velja enn at biðja fólkið manna tingið av nýggjum.

Tingið tekur ikki undir við sjónarmiðum forsetans. Meirilutin segði í gjárkvøldið, at avgerðin hjá forsetanum er einki minni enn eitt kvett, og tingið sýtti fyri at fíggja tað komandi valið.