Tingið styðjar Berlusconi í sex-máli

Italska tjóðartingið samtykti í dag eitt uppskot, sum kann gera, at dómsvaldið noyðist at sleppa tí nógv umrødda sex-málinum ímóti Silvio Berlusconi. Forsætisráðharrin er ákærdur fyri at hava havt kynsligt samband við eina ov unga gentu úr Marokko og fyri at hava misbrúkt sítt vald.

314 tinglimir hjá samgonguflokkunum atkvøddu fyri uppskotinum, og 302 tinglimir atkvøddu ímóti. Samtyktin er ein áheitan á grundlógardómstólin um at ógilda rættarmálið ímóti forsætisráðharranum, sum eftir ætlanini skal byrja í Milano í morgin.

Eygleiðarar í Italia siga, at tað er als ikki vist, at samtyktin í tinginum fer at forða rættinum í Milano at viðgera málið, tí grundlógardómstólurin kann bíða fleiri mánaðir við at taka støðu til áheitanina frá tinginum.