Tað letur til, at løgmaður og formaðurin í løgtinginum eru samdir í, at tingið skal hava nóg mikið at takast við alla tingsetuna.
Finnbogi Ísakson segði í blaðnum í síðstu viku, at hann fór at biðja løgmann um at syrgja fyri, at í hvussu so er helmingurin av málunum, sum landsstýrið ætlaði at leggja fyri tingið í hesari tingsetuni, skuldi koma á tingborð í hesum árinum, og í ólavsøkurøðuni yvirtrumfaði løgmaður.
Løgmansrøðan var skift sundir í tríggjar partar ? eina framløgu, ein part har málsøkini vórðu útgreinað, og ein part, sum verður ber heitið løglisti. Í hesum síðsta partinum er eitt yvirlit ella katalog, sum tað ofta verður kallað, yvir tey mál, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið í hesari tingsetuni ? lógaruppskot, uppskot til samtyktar og uppskot til ríkislógartilmæli.
Tilsaman telja upskotini 120, og tey eru skift í tveir partar, ein sum verður lagdur fyri tingið í ár, og ein, sum verður lagdur fyri tingið komandi ár, og tað vil siga frá á nýggjárinum og fram til 5. mars, sum er síðsti framløgudagur í tingsetuni.
? Ætlan okkara er, at 80 mál skulu leggjast fram í ár, og 40 skulu leggjast fram eftir nýggjár, segði løgmaður.
Fleiri ganga aftur
At landsstýrið megnar at koma við so nógvum málum longu í heyst kemst millum annað av, at fleiri mál av teimum umleið eitt hundrað, ið lógu í tinginum, tá Edmund Joensen 18. mars skrivaði út nýval, verða løgd framaftur og tað helst í óbroyttum líki.
Millum uppskotini til løgtingslógir, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið eftir nýggjár, eru løgtingslóg um kommunusamanlegging, løgtingslóg um grunn í samband við fast samband um Vestmannasund og løgtingslóg um øki og treytir fyri fyrsta útbjóðingarumfar í kolvetnisvirksemi.
Umframt vanligu uppskotini um eykafíggjarlóg, fíggjarlóg og so uppskotini um broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, ætlar landsstýrið í heyst millum annað eisini at leggja uppskot fyri tingið um løgtingslóg um stuðul til útoyggjar, løgtingslóg um sosialar pensiónir, løgtingslóg um kommunulæknar og løgtingslóg um almanna? og heilsuútbúgvingar.
jh