Friðarligt hevur í seianstuni verið á politiska vígvøllinum.
Tingið hevur ikki verið saman, millum annað tí fleiri tingfólk hava verið til fund í Útnorðurráðnum í Frønlandi og tí at formansskapurin hevur vitjað formansskapin í Fólkatinginum.
Nú hevur formaðurin so kallað tingið samanaftur. Vit vita, at fleiri stórir spurningar skulu viðgerast og møguliga avgerast í ár ella fyrra hálvár næsta ár, men hesir sprningarnir eru ikki komnir á dagssxkrá enn.
Hóast að, so hevur formaðurin boðað til fundar, har ófráboðaðir spurningar eru ovast á skránni.










