Nýggj stig verða nú tikin, sum fara at senda politikarnar, tingarbeiðið og sambandið millum politikararnar og almenningin longri inn í telduøldina. Í síðsta valskeiðið varð gamla mannagongdin við at reisa seg upp, tá tað varð atkvøtt, skift út við tatkvøðugreiðslu um telduskipanina, og í komandi tingsetu verður teldan tikin í nýtslu á fleiri øðrum økjum eisini.
Teldan og politikarnir
Ein av uppgávunum, sum telduskipanin skal brúkast til, verður at siga politikarunum frá, hvussu talirøðin verður, og nær teir sjálvir eiga orðið.
Tingformaðurin hevur fyrr boðað frá, at hann fer at arbeiða fyri, at tað verður meiri friður í tingsalinum. Tað skal m.a. gerast við, at hátalarar verða settir upp, bæði á loftinum og á gamla apotekið. Tað fer at hava við sær, at politikararnir kunnu fylgja orðaskifinum, meðan teir tosa saman.
Ein partur av órógvanini ? serliga tá orðaskiftini hava verið send í útvarpinum ? hevur verið, tá tingmenn og landsstýrismenn hava tutlað við formannin um, nær teir eiga orðið. Hetta verður ikki neyðugt í framtíðini, tí nú fer tað á teldum í tinghúsinum og á gamla apotekinum at síggjast, hvørji hava biðið um orðið, og í hvørji røð tey fáa orðið.
Teldan og almenningurin
Løgtingið hevur sína heimasíðu á internetinum. Har finnast longu upplýsingar um tingið og t.d. er álitið um ólavsøkuskrúðgonguna har. Men nú verður farið víðari.
Í tingskipanini verður undir ymsum ásetingum sagt, at løgtingstíðindi koma, umframt í árligari bók, á teldumiðli. Tað er hetta, sum ætlanin er at fáa at rigga í komandi tingsetu.
Hetta ber m.a. við sær, at tað fer, so hvørt sum málini koma fram, at bera til heima við hús at lesa øll tey uppskot, sum verða løgd fyri tingið og lagnuna hjá teimum, umframt løgmansrøðuna, frágreiðingar frá løgmanni og landsstýrismonnum, gerðabøkurnar hjá nevndunum, nevndarálit, skrivligar fyrispurningar og svarini upp á hesar og so víðari.
Í gerðabókini hjá løgtinginum stendur hvørjir tingmenn ikki møta á fundi, so nú fer tað at bera til hjá veljarunum at føra protokoll yvir politikararnar!