Hósdagin og fríggjadagin vera tingfundir. Tá fer tingið at hava níggju mál til fyrstu viðgerði.
Hósdagin eru fýra mál sett at fáa fyrstu viðgerð og fríggjadagin fimm mál.
Tvey tey fyrstu málini, sum skulu viðgerast hósdagin, eru ársfrágreiðingar frá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 og 2017, sum verða viðgjørd undir einum.
Eitt annað mál er uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk.
Síðsta málið, sum er á skrá fyri fundin hósdagin, er uppskot um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð. Hetta snýr seg um, at Norðoyatunnilin skal vera við til at fíggja nýggjar tunlar norður um Fjall.
Fyrsta málið, sum ætlast at vera viðgjørt fríggjadagin, er broyting í løgtingslóg um ferðslu. Hetta snýr seg um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru.
Annað málið er uppskot um broyting í løgtingslóg um heilsutrygd. Hetta snýr seg um ókeypis læknaváttan.
Triðja málið er uppskot um broyting í løgtingslóg um almennapensjónir. Hetta snýr seg um brotpensjónir.
Fjórða málið uppskot um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn. Hetta snýr seg um sjúka í frítíðini skal ikki telja sum frítíð.
Fimta málið er uppskot um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit. Hetta snýr seg um løgfrøðiligt kynsskifti.
Bæði á fundunum hósdagin og fríggjadagin er framløga síðsta mál á dagsskrá.
Tríggir løgtingsfundir hava verið í hesum tingárinum – ólavsøkudag, 2. august og 21. august.