Tingið kann avgera lagnu løgmans

Løgtingið hevur møguleika sambært grein 19 í stýrisskipanarlógini at seta eina nevnd av tingmonnum at kanna viðurskiftini viðvíkjandi Anfinn Kallsberg og Frostvirkinum til botns

Hóast málið um peningaflytingarnar hjá Anfinn Kallsberg langt síðani er fyrnað, og tí ikki verður tikið upp sum politimál, so eru ikki allar súður syftar enn.

Løgtingið hevur sambært grein 19 í stýrisskipanarlógini møguleika at seta nevnd »av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál«, sum skrivað stendur í grein 19 í stýriskipanarlógin. Víðari stendur, at
»nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum«.

Ger løgtingið av at seta slíka nevnd, so kann mistankin, sum reistur er um flytingarnar hjá Anfinn Kallsberg greiðast einaferð med alla.

Sosialurin hevur spurt Tórbjørn Jacobsen, sum hann fer at skjóta upp fyri tinginum at seta slíka nevnd.
? Hatta hava vit ikki viðgjørt, men kemur eitt slíkt uppskot fram á ting, so fari eg sjálvandi at atkvøða fyri tí, og tað vænti eg eisini, at allir hinir tingmenninir gera, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Tjóðveldistingmaðurin heldur, at tá ivi verður reistur um habilitetin hjá fólki í landsins hægstu sessum, so eigur tað at verða viðgjørt og avgreitt.

? Fólkið hevur krav upp á at fáa at vita, hvør tað er, sum stýrir landinum, sigur hann.

Um stríðið millum seg og løgmann sigur Tórbjørn Jacobsen seg harmast um, at løgmaður brúkti løgmansembætið at verja seg við.

? Málið var eitt persónligt stríð millum meg og løgmann ? og Jørgen Niclasen, sum kortini kom eitt sindur í bakgrundina. Men løgmaður brúkti løgmanssessin til at taka alla samgonguna sum gísla við at siga, at hetta var eitt álop á løgmansembætið. Tað var tað als ikki talan um, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann heldur, at løgmaður sambært stýrisskipanini hevur alt ov stórt vald.

? Hvat skuldi eg sum einsamallur tingmaður gera, tá løgmaður á henda hátt ger eitt persónsmál politiskt og tekur alla samgonguna sum gísla? Vit høvdu júst gjørt eina nýggja samgongu, og hana vildi eg sjálvandi ikki offra, sigur hann.
Verður uppskot lagt fram á ting, so er hugsandi, at tað verður samtykt. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava sagt, at málið eigur at verða loyst. Tekur Tjóðveldisflokkurin undir við at seta eina grein 19 nevnd, so verður málið helst samtykt ? og so fæst greiða á, um løgmaður gjørdi nakað skeivt, tá hann flutti pengar frá Frostvirkinum til egnu feløg síni.