Mikudagin klokkan 11 er aftur fundur, og tá eru ófráboðaðir fyrispuringar á skránni. Hetta er fyrsti tingfundur, har nýggju landsstýrisfólkini hava høvi at svara hesum spurningum. Næsta mál á skránni er møguligar 1. viðgerðir.
Hósdagin klokkan 10 og fríggjadagin klokkan 13 eru eisini tingfundir á skránni. Men enn eitur vegleiðandi skráin til teir fundirnar bara »møguligar 1. viðgerðir«.
Stóra málið, sum nærkast, er løgtingsfíggjarlógin fyri komandi ár – sveinastykkið hjá samgonguni, sum skal føra nýggja politikkin út í lívið.

Tingið aftur til arbeiðis

