Tinghellan ? kjakforum í Sosialinum

    

Politiska kjakið er nú í hæddini. Upp undir val er politiska kjakið í Føroyum sera virkið við valsendingum, greinum og fundum. Men enn er tørvur á einum kvalifiseraðum kjaki ímillum val og ímillum onnur enn politisk valevni.

Sosialurin hevur fyrr roynt Tinghelluna sum eitt forum fyri samfelagsligt kjak og viðmerkingar frá fólki við sakkunnleika og lívsroyndum. Tað vísir seg tíverri trupult at fáa skipað fyri hesum.

Nú Tinghellan á Tinganesi skal mannast av nýggjum við kvinnum og monnum, ið vilja gera sítt besta at stýra landinum, fer Sosialurin at gera sítt besta at manna ta fakligu og kjakligu Tinghelluna.

Hesuferð er tað Bogi Eliassen, samfelagsfrøðingur, sum leggur fyri við eini grein um valdið hjá løgtinginum. Hann fer eisini í komandi Tinghellum at skriva aðrar greinar. Kári á Rógvi, ið fyrr hevur staðið á helluni, fer eisini at siga sítt, umframt vónandi onnur.

Týsdagin fara vit at kunngera størstu valkanning nakrantíð, og hon verður grundarlag undir fleiri analysum. Jóannes Hansen og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingar, standa fyri hesum eygleiðingum.

Málið hjá Sosialinum er at skapa uppaftur betri karmar fyri kjakinum í Føroyum við rúmi fyri analysum, kronikkum og klummum. Ella við vanligum orðum skilagóðum og upplýsandi kjaki og greiningum frá fólki, sum vita, hvat tey tosa um.

Vit vóna, at fólk, sum vilja vera við at manna Tinghelluna í framtíðini, eisini gera vart við seg. Tað krevst sjálvsagt vit og skil og idelalisma, og betri pengar eru helst at tjena við at skriva innanhýsis upprit, men føroyska samfelagið tørvar í hægstu grad, at dugnalig fólk geva okkum at dugnandi kjak.

Sosialurin vónar, at hetta valskeiðið, sum kemur, fer at fáa ágóðan av einum mentum debattforummi, ið byrjar við hesi Tinghelluni hjá Boga um tað skjótt nývalda tingið.