Tinghúsið varðveitir litin

Hóast tinghúsið nú fær nýggjan klædning, fer tað at varðveita ljósa litin

Í hesum døgum er tingshúsið umgirt av plátum og hegni, og stillads stendur fram við húsinum, sum er í ferð við at skifta ham.



Tó verður talan ikki um at skifta lit, tí tá arbeiðið at klæða tinghúsið er liðugt, verður tað málað við sama liti, sum tað hevur havt seinnu árini.



Hóast tingshúsið var umvælt so seint sum í 2000, var klædningurin nú so illa farin, at neyðugt var at skifta hann, og tað arbeiði er nú væl í gongd.



Á fíggjarlógini fyri 2016 fekk Løgtingið hálvfimtu millión krónur eyka til raksturin, og hesir pengar eru til nýggjan klædning og nýggja KT-útgerð.



Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at ætlandi hevur tinghúsið fingið nýggjan klædning og er klárt at taka í brúk aftur á ólavsøku.



Smápartafelagið Bogi Hermansen ger arbeiðið, ið fevnir um at taka gamla klædningin burtur, og klæða og mála bygningin av nýggjum.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Páll á Reynatúgvu.