Tinghúsið klárt í morgin

Arbeitt verður av øllum alvi til at gera tinghúsið klárt til fyrsta tingfundin eftir valið, sum verður í morgin

TINGHÚSIÐ

Nýggja tingmanningin kemur saman í einum nýggjum tinghúsum í morgin. Umvælingin og umbyggingin, sum hava verið í húsinum seinasta árið, eru um at verða lidnar.
- Okkurt smávegis vantar at gera liðugt, men hóast tað, verður tingfundur í húsinum mikudagin. Glas og rekkverk millum áhoyraraplássini og tingsalin er ikki komið, og heldur ikki eru benkurnir, sum áhoyrararnir skulu sita á, komnir. Tí verða stólar brúktir í fyrstu syftu. Tingmanningin brúkar gomlu stólarnir í fyrstuni. Nýggir verða bílagdir seinni, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni.
Fyribils verður inngongdin til tinghúsið tann gamla, men hendan verður seinni blendað og nýggj verður ístaðin ímóti bygninginum, sum verður tikin uppí tinghúsið. Hetta verður liðugt til ólavsøku. Arbeiðið at gera síðubygningin lidnan heldur fram.
Stjórin á løgtingsskrivstovuni er væl nøgdur við úrslitið, hóast hon ikki dylir fyri, at henni hevði betur dámað, at nýggj tinghús vórðu bygd eins og ætlað upprunaliga.
- Hóast húsini eru umbygd, eru tey ov lítil. Tað er bara pláss fyri 20 áhoyrarum til dømis. Men tá ið nú valt varð at varðveita tey gomlu húsini, haldi eg, at væl er fingið burturúr, og ljóðviðurskiftini eru ógvuliga góð, sigur Súsanna Danielsen.
Seinasta árið hava tingfólk hildið til í útvarpshøllini, og verða nógvir tingfundir í næstum, verða teir hildnir í útvarpshøllini aftur, tí enn eiga handverkarar og málarar nakrar uppgávur á láni í umbygda tinghúsinum.
Tað er Heidi Poulsen, arkitektur, sum hevur endurskapað tinghúsið. Hon og Karl Jacob Danielsen, byggifrøðingur, vunnu í 1999 kappingina um at tekna eini nýggj tinghús. Tá ið politisku myndugleikarnir heldur valdu at varðveita gomlu húsini og umvæla og umbyggja tey, fekk Heidi Poulsen hesa uppgávuna.
Tinghúsið er upprunaliga frá 1856 og verður sostatt 150 ár í ár. Í tí sambandi verður hátíðarhald á ólavsøku, tá ið nógvir gestir uttanlands koma á vitjan. Størri broytingar hava so verið gjørdar í tinghúsinum í 1907 og í 1977. Umvælingin og umbyggingin eru væl lagdar til rættis. Arkitekturin hevur kunnað seg við gomul skjøl og tekningar av húsinum fyri at finna fram til, hvussu húsini skulu endurnýggjast. Salurin er ljóst gráur, sum er upprunaliturin frá 1856. Bitarnir uppi undir loftinum eru hvítir eins og áður. Eitt av krøvunum til nýggja salin hevur verður meiri pláss. Tí er ein veggur tikin niður, og tingsalurin vendir nú oman eftir ímóti tinghúsvøllinum. Opið er upp í tróðrið, so gomlu bjálkarnir eisini koma til sjóndar.