Ein handil har borgarin kundi lata brúktar lutir til endurnýtslu, heldur enn brenna teir. Vit settu okkum somuleiðis fyri, at skipa fleiri vard størv í kommununi.
Vit settu okkum í samband við Alv fyri at kanna, hvussu vit á besta hátt kundu skipa ein endurnýtsluhandil við vardum størvum. Úrslitið er “Tinghúsið á hjalla” sum læt upp í umhvørvisvikuni 2008. Tinghúsið á Hjalla verður rikið av Alv, sum eisini fær ágóðan av inntøkunum. Brennistøðin letur hølir og pláss til endurnýtslubingjuna. Eg gleðist um, at hetta átakið hevur fingið sera góða undirtøku. Eg vil framvegis virka fyri øktari endurnýtslu býnum og umhvørvinum at frama.