Tingfundurin niðurlagdur

Enn mangla fýra álit at koma í tingið

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, niðurlegði tingfundin fyri løtu síðani.

Hann segði, at enn mangla fýra álit at verða løgd fram - milllum teirra álitið frá fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2016 og álitið frá vinnunevndini um uppboðssølu av fiskirættindum.

 

Tingformaðurin boðaði frá, at tingfundurin verður tikin uppaftur klokan 21.

 

Sum skilst, so kemur álitið um fíggjarlógina neyvan í kvøld og heldur ikki álitið frá vinnunevndini.