Tingfundur verður aftur hósdagin

Klokkan 11 var tingfundur settur, har málini um avgjald á elbilar og málið um at yvirtaka farsóttarøkið vórðu løgd fram.

Síðani varð tingfundurin slitin, og nýggjur fundur ásettur at verða hósdagin, tá tey bæði málini koma til 1. viðgerð.