Tingfundur verður hósdagin

Seinnapartin fer fíggjarnevndin enn einaferð at viðgera málini, sum ætlast at fáa aðru viðgerð mánadagin í næstu viku

Tað er framvegis nógv virksemi í politiska umhvørvinum, og nú hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sett tingfund at vera hósdagin 29. juni klokkan 11.

Á skránni henda síðsta tingfundin í juni eru tvær triðju viðgerðir.

Annað málið er triðja viðgerð av broytingum í løgtingslóg um matvørur v. m. Hetta snýr seg um at ávís matvøruframleiðsla til heimamarknaðin skal verða undantikin frá vanligu reglunum um løggilding ella skráseting.

Hitt málið er triðja viðgerð av broyting av løgtingslóg um djórasjúkur. Hetta snýr seg um almannakunngering av heilsufrøðiligum upplýsingum viðvíkjandi aling av fiski.

 

Løgtingsformaðurin hevur eisini ásett tríggjar tingfundir at vera í næstu viku – mánadagin triðja juli, týsdagin fjórða juli og hósdagin sætta juli. Tveir teir fyrru dagarnar ætlast aðru viðgerðir at vera á skránni, og hósdagin eru ásettar aðru og triðju viðgerðir.

 

Klokkan 13 í dag verður fundur í vinnunevndini, sum aftur í dag fer at viðgera tey málini, sum nevndin fleiri ferðir hevur havt á skrá seinastu vikurnar. Talan er um seks lógvaruppskot, sum hava við nýggju fiskivinnuskipanina at gera, og sum ætlanin er skulu til aðru viðgerð í næstu viku.

Klokkan 13.30 er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kallaður at møta á fundi við vinnunevndina.