Á skránni fyri komandi tingfund skulu tríggir fyrispurningar svarast. Mamy Dahl Sørensen, løgtingslimur, hevur spurt um samferðsluviðurskiftini í Kalsoynni. Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur, hevur spurt um setan av nevnd at leggja til rættis tiltøk fyri at økja lut kvinnunnar í politisku støðutakanini, og Flemming Mikkelsen, løgtingslimur, hevur spurt um vegagerðina Øravík ? Hov og nýggja samferðsluhavn á Tvøroyri.