Tingfundur og 2.viðgerð av fiskidøgum

Rættuliga hvast orðaskifti er um fiskidagarnar og serliga tær skerjingar, sum landsstýrismaðurin mælir til

Løgtingið er farið undir at viðgera fiskidagarnar.

Í dag er onnur viðgerð, sum elvir til nógv orðaskiftið, tí tað vísir seg í álitinum, at ongin semja er millum samgongu umboð og andstøðu umboð um hvussu fiskidagaárið skal skipast.

Fyribils metignanar eru, at við 2.viðgerð verður uppskotið frá landsstýrismanninum - við smærri broytingum - samtykt, men at endaliga stríðið og tann ósemju sum hómast í samgonguni, kanska kemur meira fram, tá ið málið fær 3.viðgerð.

Formaðurin vinnunevndini, Bjarmi Hammer, Javnaðarflokkurin, legði álitið hjá einum minniluta  - altso umboðunum hjá samgongun, fram í tinginum.

Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, boðaði frá, at samgongan fer at koma við einum broytingaruppskoti millum 2. og 3. viðgerð.