Formennirnir í teimum fýra andstøðuflokkunum hava lagt uppskot fram um at lata lógina um at loyva samkyndum at giftast til fólkaatkvøðu.
Fyri at fólk kundu lesa og seta seg inn í uppskotið niðurlegði formaðurin fundin í eitt korter.
Júst nú er fundurin uppafturtikin og Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, hevur tikið orðið og tosar fyri at senda lógina til fólkaatkvøðu.