Tingfundur klokkan 10 í morgin

Tingið kemur saman í morgin klokkan 10 at viðgera fyra mál.

 

Byrjað verður við 2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), og síðani verður 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2013.

 

Síðani verður farið undir fyrstu viðgerð av tingmáli nr. 11/2013: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013.
Málið verður beint í Fíggjarnevndina, áðrenn fyrstu viðgerð av tingmáli nr. 12/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli, um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed”.
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina.

 

Tingfundurin í dag endar við framløgu.