Einasta mál á skránni hjá Løgtinginum í dag klokkan 12 er framløga. Tað merkir, at tá verða mál hjá landsstýrinum og andstøðuni løgd fram, sum Løgtingið skal viðgera á komandi fundum. Fundurin verður tí bara í nakrar minuttir.
Sambært skránni hjá Løgtinginum, so verður næsti fundur hósdagin í næstu viku 29. august. Tá eru »møguligar 1. viðgerðir« á skránni, tað vil siga viðgerðir av málum, sum møguliga verða løgd fram í dag.