Tingfundur aftur mánadagin

Løgtingið bleiv ikki liðugt við fíggjarlógarviðgerðina í dag, so fundur verður aftur mánadagin

Endamálið var at gera arbeiðið liðugt í dag og so fara í jólafrí, men tað eydnaðist ikki Løgtinginum at enda viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2017.

 

Tað dróg út við at fáa álitið úr fíggjarnevndini, so tað endaði við, at tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, avgjørdi at slíta fundin og ´seta nýggjan fund mánadagin kl. 13.30.

 

Skráin mánadagin sær soleiðis út:

1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 19/2016: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2017

2.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 42/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2016

3.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 26/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2016 (Saltsilo)

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 48/2016: Uppskot til løgtingslóg um miðlastuðul(Miðlastuðulslógin)

5.    Framløga