Seinasta hósdag setti Finnbogi Ísakson, tingformaður, fyrsta tingfundin í nýumvælda tinghúsinum
Søguligur tingfundur
John Johannessen
Hósdagin í farnu viku savnaðust tingfólk fyri fyrstu ferð í nýumvælda tinghúsinum, sum uttan er vorðið ein stásilig býarmynd.
Finnbogi Ísakson, tingformaður, setti tingfundin klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Tingsalurin var nærum fullur hendan hósdagin 2. november ár 2000. Á tingfundinum var bert ein av teimum 32 tingsessunum tómur. Hetta var sessurin hjá Jógvani Djurhuus, løgtingsmanni fyri Tjóðveldisflokkin.
Av landsstýrissessunum vóru allir mannaðir, uttan sessurin hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum.
Fundurin var ikki drúgvur, hóast heili sjey mál vóru á dagsskránni. Talan var bert um atkvøðugreiðslur.
Fyrst á skránni var val av løgtingsins umboðsmanni. Formaðurin mælti til at velja Joen H. Andreassen, sorenskrivara, til fyrsta løgtingsins umboðsmann í Føroya søgu. Hesin varð valdur við 31 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti.
Næstu fimm málini vóru atkvøðugreiðslur um fyrispurningar, og varð í øllum førum samtykt, at fyrispurningarnir skuldu svarast.
Áðrenn framløguna hjá løgtingsformanninum varð síðani atkvøtt við aðru viðgerð um samsýning og løn til løgtingsins umboðsmann. Samtykt varð við 31 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti, at løgtingsins umboðsmaður skal lønast eftir 40. lønarflokki. Uppskotið fór sostatt samtykt til triðju viðgerð.
Tá tingfundurin var liðugur klokkan 13.40 stillaðu ting- og landsstýrisfólk upp uttan fyri tinghúsið, so Sosialurin kundi taka fyrstu felagsmyndina av løgtinginum uttan fyri nýggja tinghúsið.