Tingformenn í útnorði hittast

Tann árligi fundurin millum tingformenninar í útnorði verður í ár hildin í Føroyum í døgunum 19. til 22. august

ÚTNORÐUR

Í nøkur ár hava tingformenninir á hvørjum ári hildið fundir sínamillum, skiftandi millum Ísland, Grønland og Føroyar. Jonathan Motzfeld, landstings-formaður, og Halldór Blöndal, alþingsformaður, koma til Føroyar fríggjadagin, og steðga teir her sum gestir hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni, til mánadagin.
Fundurin verður í fundarhølum Løgtingsins leygardagin. Seinnapartin leygardagin verður vitjað hjá Føroya Tele í Hoyvík.
Sunnudagin veður skipað fyri útferð við "Draganum" runt Kalsoynna. Farið verður av Leirvík norð gjøgnum Djúpini, norð um Kallin, eystur undir Nakkin og suður gjøgnum Kalsoyarfjørð. Tá ið komið verður aftur til Leirvíkar, verður vitjað á bátasavninum har í bygdini.
Við í ferðalagnum, sum fer avstað aftur mánadagin, er skrivstovustjóri alþingsins, Helgi Bernódusson, og aðalskrivarin í landstinginum, Ellen Kolby Chemnitz.