Løgtingsformaðurin er tað tingfólkið, sum fær hægstu lønina – fyri ikki at siga nógv hægstu lønina.
Vanlig tingfók eru lønt eftir 34. lønarflokkir hjá tænastumonnum landsins, sum sambært núgaldandi lønartalvuni hjá tænastumonnunum svarar til eina mánaðarløn á kr. 38.585, meðan løgtingsformaðurin verður samsýntur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løgmann.
Sambært løgtingslóg nr. 10 um samsýning og og eftirløn landsstýrismanna v.m., fær løgmaður eina samsýning, sum er 130% av 40. lønarflokki í tænastumannalógini. 40. lønarflokkur svarar sambært núgaldandi lønartalvuni hjá tænastumonnunum til eina mánaðarløn á kr. 62.139 – tað gevur eina mánaðarløn upp á 80.780,70 krónur.
Næstformonnum tingsins og nevndarformonnum verða afturat mánaðarlønini veitt serlig samsýning, sum er kr. 30.000 árliga – ella 2.500 krónur oman á lønina um mánaðin.
Í sambandi við, at álit í dag er handa løgtingsformanninum um nýggja lønar- og eftirlønarskipan fyri tingfólk, hevur arbeiðsbólkurin útgreinað lønarviðurskiftini hjá løgtingsfólki.
Galdandandi løn í dag er hendan:
Lønarsamsýning, kr. | Mánmaðarlig | Árlig |
Løgtingsformaður | 80.780 | 969.368 |
Næstformenn í tinginum | 41.085 | 493.020 |
Løgtingslimir, sum eru nevndarformenn | 41.085 | 493.020 |
Løgtingslimir | 38.585 | 463.020 |
Løgtingsformaðurin og næstformenn sita alt valskeiðið uttan so, at teir sjálvbodnir leggja frá sær ella fýra fimtingar av øllum tinglimum skrivliga krevja nýval av formansskapi.