Tingformaðurin hevur fyrr lagt uppskot fyri Tingið

Bæði Edmund Joensen og Finnbogi Ísaksson hava sum tingformenn lagt uppskot fyri Tingið vegna formansskapin Kjak hevur tikið seg upp, um Edmund Joensen hevur loyvi at leggja uppskot fyri Tingið sum løgtingsformaður.

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Edmund Joensen leggur uppskot framm sum løgtingsformaður. Í mars í 2006 legði hann uppskot fram um broyting í Tingskipan Føroya Løgtings. Uppskotið sigur, at tingmaðurin legði uppskotið framm vegna formansskapin.

Finnbogi Ísaksson legði eisini uppskot fyri ting vegna formansskapin. Í 2000 legði hann, sum løgtingsformaður, fram uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann.

Hesu ferð hevur tingformaðurin tó ikki lagt uppskotið framm vegna formannskapin, men vegna seg sjálvan. Uppskotið til løgtingslóg sigur, at tingformaðurin leggur uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi fyri Tingið vegna sjálvan seg.

Men hóast Edmund Joensen ikki legði uppskotið framm vegnað formansskapin, so hevur málið verið til viðgerðar í formansskapinum. Í mei í ár viðgjørdi formansskapurin uppskotið hjá Edmundi Joensen, og ein meiriluti samtykti at heita á løgtingsskrivstovuna at fyrireika eitt uppskot til løgtingslóg um at gera Føroyar til eitt valdømi. Meirilutin vóru Edmund Joensen og Óli Breckmann, men hóast formansskapurin soleiðis heitti á løgtingsskrivstovuna, so er Óli Breckmann ikki við sum uppskotsstillari.

Formansskapurin viðger ikki alt. Í grein 14 í Tingskipan Løgtingsins er útgreinað, hvørji mál formansskapurin kann og skal viðgera. Hetta eru mál av stórum ella grundleggjandi týdningi og ávís onnur mál, eitt nú hægri fyriskipaðir spurningar viðvíkjandi løgtingsarbeiðinum og lønarviðurskifti hjá løgtingsmonnum.