Alt fór eftir bókini, tá ið løgmaður útskrivaði val, heldur tingformaðurin.
? Løgmaður biður um eina serliga fráboðan, sum hann kann koma við eftir stýrisskipanini. Tað fær hann eftir skipanini loyvi til. Hann hevur trý ting at fráboða, og hann ger alt í sama andadrátti. Tað er ein smálutur, um hann tekur hetta ella hatta fram fyrst, sum ikki er vert at gera stórvegis burturúr, sigur Edmund Joensen.
Hann viðurkennir kortini ynskið hjá Hergeir Nielsen at taka málið upp, og tað verður viðgjørt áðrenn tingfundin, sum er í dag.
? Tá grundaður ivi er um mannagongdina á seinasta løgtingsfundi, haldi eg
tað vera rímiligt, at formansskapurin beinanvegin tekur stig til at viðgera hetta mál, og soleiðis fáa allan iva beindan av vegnum, sigur Hergeir Nielsen, sum í brævi til formansskapin vísir á, at løgmaður segði seg sjálvan úr starvi, áðrenn hann útskrivaði val.
? Um løgmaður hevði fingið misálit, kundi hann eftir § 6, stk. 2 skrivað út løgtingsval. Tá løgmaður ikki hevði fingið nakað misálit, kundi hann ikki skrivað út nakað nýval sambært hesi grein. Møguliga hevur fráfarni løgmaður skrivað út val í heimildarloysi, og um so er, er brot framt á stýrisskipanarlógina, sigur Hergeir Nielsen, sum vil hava mistøk rættað, um val er skrivað út í heimildarloysi.