Bretska løgreglan tók í gjár Nigel Evans, varaformann í undirhúsinum, tí hann er undir illgruna fyri at hava neyðtikið ein mann og fyri annan kynsligan ágang ímóti einum øðrum manni.
Tíðindastovan AFP skrivar, at Nigel Evans var til avhoyringar hjá løgregluni allan gjár, og at hann varð latin leysur aftaná ímóti trygd. Løgreglan í Lancashire sigur við BBC, at øll mál um kynsligan ágang verða tikin í størsta álvara og kannað til botns.
Nigel Evans, sum er tinglimur fyri tann konservativa flokkin, almannakunngjørdi fyri trimum árum síðani, at hann er samkyndur.










