Ætlanin hjá Rigmor Dam er, at hendan kanning skal fíggjast við teimum pengum, sum verða spardir við at taka av órímuligu skattafríu koyripengarnar, sum landsstýrisfólk fáa – upp í 13.500 skattafríar krónur um mánaðin, og við at lækka eftirlønina hjá landsstýrisfólkum.
Tá uppskotið var til 1. viðgerð í løgtinginum hálovaði Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum uppskotinum.
– Tað er virkuliga gott, at hetta uppskotið er komið. Øll vita, at prísstøðið í Føroyum er alt ov høgt, segði Alfred Olsen, sum eisini vísti til kanning hjá Hera á Rógvi, búskaparfrøðingi, fyri nøkrum árum síðani, sum staðfesti, at Føroyar er dýrasta landið at liva í.
Alfred Olsen vísti eisini á, at nógv tiltøk eru í umbúnað, sum fara at gera viðurskiftini hjá lág- og miðalløntum enn verri – hann nevndi at el-prísir fara at hækka, at gjaldið til heilsutrygd hækkar, at galdið til Als hækkar, meðna útgjaldið lækkar – og at príshækkingar annars eru um 2-3 prosent.
Men í Vinnunevndini hevur pípan hjá Alfred Olsen fingið annað ljóð...
Saman við hinum í meirilutanum, Hanus Samró, Jógvan Skorheim og Bjarna Djurholm, sigur Alfred soleiðis um uppskotið:
»Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum«
Stikk denn, Alfred Olsen!
Tá eingin grundgeving er frá meirilutanum til at fella meinaleysa uppskotið um eina kanning, sum kanska kom til, at landið leggur ov nógv gjøld á vørur, sum í sínari tíð bara skuldi umfata MVG, so kunnu vit bara gita:
1. Talan er um eitt andstøðuuppskot
2. Samgongan heldur ikki, at prísstøðið er ov høgt
3. Samgongan ætlar eisini at fella uppskotið hjá Rigmor um at taka sera órímuligu skattafríu koyripengarnar frá politikarum.
– Vit gita, at talan er um tað síðsta, at samgongan ætlar at fella uppskotið, sum tekur skattafríu koyripengarnar frá landsstýrisfólkum.
Men tað frætta vit nærri um fyrsta dagin, tá fíggjarnevndin er liðug at skriva álitið.