Tingfólk vilja ikki lækka sína egnu løn kortini

POLITIKKUR Hóast tey søgdu »ja« fyri einum mánaði síðani, tá Sosialurin spurdi tey, um tinglønirnar skuldi lækka fimm prosent, so atkvøddu tey »nei« hóskvøldið, tá møguleiki var at lækka lønir hjá tingfólkum fimm prosent

Eirikur Lindenkov

Tá Sosialurin fyri góðum mánaði síðani gjørdi eina spurnarkanning millum ting­fólk, um tey vóru fyri at politikarar gingu undan og lækk­aðu egnu lønir eini fimm prosent, søgdu 19 tingfólk seg taka undir við hes­um.
Síðani tá hevur løg­ting­ið samtykt eina flat­skatta­skip­an, sum gevur fólkum við høgum inntøkum – har ímill­­­um tingfólkum og lands­stýr­is­fólk­um – stóran skatta­lætta.
Millum tey 89 broyt­ing­ar­­upp­­skot­ini, sum vóru til aðru viðgerð av løg­­tings­fíggjarlógini hós­kvøld­ið vóru tvey frá Framsókn. Annað var júst upp­skotið hjá Sosialinum um at lækka ting­mann­a­løn­irnar við fimm prosentum.
Uppskotið hevði til enda­máls at spara 825.000 krónur og var so­ljóðandi:
– Boðskapurin frá land­sins leiðslu er í løtuni, at øll skulu halda aft­ur við lænar­krøvum hvør á sín­um øki. Tí skulu løgtingslimir og lands­stýr­is­fólk ganga undan og vísa veg. Spurd av einum av dagbløðunum her­fyri, um tey vóru til reiðar at fara niður í løn fyribils, svaraðu flestu ting­fólk og landsstýrisfólk játt­­andi. Framsókn mælir til, at løn­in hjá tingfólki og lands­stýris­fólki verður fyri­bils lækkað 5%, til javn­vág er aftur á fíggjaræógini.

Men hetta uppskotið fall við einum braki. Bara sjey ting­fólk atkøvddu fyri, meðan 20 atkvøddu ímóti.


Tey sjey, sum atkvøddu fyri vóru:
Hanna Jensen, Framsókn
Janus Rein, Framsókn,
Sirið Stenberg, Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Kristina Háfoss, Tjóðveldi
Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Tey 20, sum atkvøddu ímóti vóru:
Gerhard Lognberg, Javnaðar­flokkurin
Rigmor Dam, Javnaðar­flokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Gunnvør Balle, Tjóðveldi
Edva Jacobsen, Sam­bands­flokkurin
Jóna Mortensen, Sam­bands­flokkurin
Helgi Abrahamsen, Sam­bands­flokkurin
Alfred Olsen, Sam­bands­flokkurin
Reimund Langgaard, Sam­bandsflokkurin
Bárður Nielsen, Sam­bands­flokkurin
Eivin Jacobsen, Sam­bands­flokkurin
Jógvan á Lakjuni, Fólka­flokkurin
Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin
Hanus Samró, Fólka­flokk­urin
Elsebeth M. Gunnleygs­dóttur, Fólkaflokkurin
Bjarni Djurholm, Fólka­flokkurin
Jacob Vestergaard, Fólka­flokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Bill Justinussen, Miðflokk­urin
Jógvan Skorheim, Sjálv­stýrisflokkurin

Tey níggju, sum søgdu við Sosialin, at tey vóru fyri, men sum atkvøddu »nei« hóskvøldið vóru:
Gerhard Lognberg, Javn­aðar­flokkurin
Rigmor Dam, Javnaðar­flokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javn­aðar­flokkurin
Helgi Abrahamsen, Sam­bands­flokkurin
Reimund Langgaard, Sam­bandsflokkurin
Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Fólka­flokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Jógvan Skorheim, Sjálv­stýris­flokkurin