Tingfólk til Miðeystur at kunna seg um flóttafólk

Eftir hesa ferðina eru vit nógv betri fyri at taka støðu til stórar spurningar, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum

 – Hetta er ógvuliga kveikjandi at vera í Ísrael og vit fáa rættiliga nógv at vita.

 

Tað sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.

 

Í hesum døgum er Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum og ferðast í Ísrael. Vanliga er ein nevnd hjá Løgtinginum uttanlands annaðhvørt ár og í ár var tað so Uttanlandsnevndin, sum átti tørn, og tey gjørdu av at fara til Ísrael.

Annita á Fríðriksmørk sigur, at spurningurin um flóttafólk hevur verið nógv frammi og tey hildu, at tað hevur stóran týdning fyri Uttanlandsnevndina at fáa gott innlit í hesi viðurskiftini.

 

Tí gjørdu tey av at fara til Ísrael og Palestina at síggja við sínum egnu eygum hvat rótin til allan flóttafólkaspurningin er.

 

Og Annita á Fríðriksmørk sigur, at túrurin hevur verið ógvuliga kveikjandi, og at tey hava fingið rættiliga nógv burtur úr.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyra hana greiða frá, hvat tey hava gjørt, og hví tey halda, at tey hava fingið nógv burtur úr.