Á løgtingsfundinum, sum byrjaði klokkan 11, var fyrsti tímin settur av til endamálið, har landsstýrisfólk skulu svara ymsum fyrispurningum, ið fyri tað nógva plaga at koma frá andstøðutingfólkum.
- Hetta, at andstøðan setir fyrispurningar, heldur enn at leggja uppskot fram, hevur vundið upp á seg tey nógvu seinnu árini, sigur Árni Gregersen, journalistur á Ting.fo og politiskur eygleiðari.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøður við Árna Gregersen.