Tingfólk samd við tey samkyndu

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður

Ja, nógv hevur verið skrivað um ráðstevnuna hjá teimum samkyndu, sum var her á landi. Ikki kann sigast annað, enn at tey samkyndu hava ein stóran skara av skrivandi fólki, sum eru samd við teimum.
Sjálvur var eg ein, sum skrivaði í móti hesi ráðstevnu, og standi eg við hvørt orð.
Sjálvt um Amnesty saman við nógvum øðrum løgdu hart út eftir mær, summi sakliga og onnur ósakliga, tað toli eg væl, tí eg veit, at eg standi á tryggari grund. Eg eri sannførdur um, at hetta er synd sum er við til at inntaka okkara land.
Tað sum nú verður dyrgt eftir, er at fáa tað inn í revsilógina »seksuel orientering« v. m.
Um hetta kemur inn í lógina, ja so høvdu hvørki eg ella onnur kunna skriva, tí vit høvdu helst verið rættsforfylgd og enda aftan fyri tremmurnar upp til tvey ára fongsulsrevsing.
Eg ætli mær ikki at góðtaka, at henda lógin kemur nær í námind at løgtinginum, ikki við mær sum samgongulimi.
Tey samkyndu fáa góðan frið í okkara landi. Eingin ger teimum nakað. Men tey krevja ein rætt, sum tey ikki eiga at fáa.
Tað sum tey vilja er, at kirkjur og samkomur verða noydd sambært lóg at víga hesi fólk, mann og mann, kvinnu og kvinnu.
Til endans: Hvar er tá okkara kristna land við okkara vakra krossmerki?
P.S. Ein skrivaði og spurdi við meg, hví eg ikki arbeiddi við øðrum málum t. d. oljuavgjaldinum og øðrum.
Eitt skal eg siga tær og tykkum. Eg skal kempa fyri at fáa tað besta burtur úr, eisini at fáa oljuavgjaldið avtikið, um tað er møguligt.