Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum vil hava, at grein 19 frágreiðingin um 80 árini skal fáa rættarliga avleiðingar. Men fleiri limir í Rættarnevndini halda, at varligari skal farast fram.
Eingir persónar
Rúna Sivertsen, sum umboðar Fólkaflokkin í Rættarnevndini, ivast í, um hon sum politikari eigur at leggja seg eftir at finna fólk at leggja sak ímóti.
? Eg haldi ikki, at vit politikarar skulu leita eftir persónum at leggja sak ímóti, uttan at vit finna út av, at okkurt heilt kriminelt er farið fram, sigur Rúna Sivertsen.
Í hesum sambandi vísir fólkaflokskvinnan á, at rætturin hevur verið upp í fleiri málum um førda politikkin í áttatiárunum, uttan at rætturin hevur kunnað staðfest nakað beinleiðis lógarbrot.
Kortini ætlar Rúna Sivertsen sær at viðgera grein 19 frágreiðingina gjølla í Rættarnevndini, og hon fer at taka støðu út frá viðgerðini.
Krevur umhugsunartíð
Hans Pauli Støm úr Javnaðarflokkinum hevur enn ikki tikið støðu til grein 19 frágreiðingina.
? Eg haldi tað vera neyðugt at viðgera frágreiðingina í størsta álvara í Rættarnevndini, áðrenn eg kann taka støðu til, hvørjar avleiðingar fágreiðingin eigur at fáa, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm ger greitt, at hann fer at taka viðgerina í Rættarnevndini í størsta álvara. Tí talan er um eina ógvuliga álvarsama frágreiðing. Og undir viðgerðini fer hann at taka støðu til, hvørjar avleiðingar, hon skal fáa.
? Eg ætli mær ikki at ríða á nøkrum hesti í hesum máli. Eg fari ikki at feiða nakað undir teppið, og eg ætli mær heldur ikki at heingja nakran, sigur Hans Pauli Strøm.
Hyggja frameftir
Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum er formaður í Rættarnevndini. Hann ásannar, at frágreiðingin vísir á fleiri viðurskifti, har skeivt varð farið fram í áttatiárunum.
Men samstundis vísir Sámal Petur í Grund á, at hesi mál eru fyrnað. Og tí heldur hann, at frágeiðingin heldur eigur at fáa fylgjur fyri lóggávu og mannagongdir í framtíðini.
? Vit fara at viðgera frágreiðingina í størsta álvara. Men vit fara ikki at leita eftir einstakum málum í henni, sigur Sámal Petur í Grund og ger samstundis greitt, at viðgerðin í Rættarnevndini verður út frá uppskotinum frá formansskapinum, ið sigur, at frágreiðingin skal takast til eftirtektar.
Mogens Nepper Christensen, fúti, hevur víst á, at ákærumyndugleikin ikki ætlar sær at taka støðu til frágreiðingina sum eina heild. Men at ákærumyndugleikin kann taka støðu til einstøk mál, um onkur vísir á tey.
Samstundis hevur fútin gjørt greitt, at fyrningarfreistin er 10 ár.