Tingfólk hinu megin mikrofonina

Í sambandi við 20 ára føðingardagin hjá Sjónvarpi Føroya verður ein heldur øðrvísi Dagur og Vika á skránni komandi mikukvøld, har tingfólk fara at gera sendingina

Johnsigurd Johannesen verður útskiftur við Jørgen Niclasen. Og hini á liðinum, sum vanliga gera innsløg til tíðindasendingina hjá Sjónvarpinum verða Annita á Fríðriksmørk, Henrik Old, Kári P. Højgaard, Kaj Leo Johannesen og Bill Justinussen.
? Endamálið við hesari sendingini, umframt tað hyggjaravinarliga í tí, er at geva politikarunum eina mynd av, hvussu vit arbeiða í tí dagliga, greiðir Katrin Petersen frá.
Umframt hesa politisku Degi og Viku verða eisini tríggjar kjaksendingar á skránni mána, týs og mikukvøldið í komandi viku, har kjakast verður í trimum førum um ávíkavist byrjanina hjá Sjónvarpinum, dagsins støða á stovninum og so framtíðarútlitini hjá Sjónvarpi Føroya.

Dagur í viku
Mikudagurin var sostatt dagur í viku hjá hesum seks tingfólkunum, sum tá sluppu at royna seg sum fjølmiðlafólk.
Tey møttu til arbeiðis til redaktiónsfund mikumorgunin, har tosað varð um, hvat fyri søgur hvør skuldi taka sær av. Bjørt Samuelsen var redaktørur hjá teimum, og saman býttu tey uppgávurnar út til tey seks. Og so var bara at fara í gongd.
Eitt nú skuldi Henrik Old til tíðindafund í sambandi við, at Steffen Stumman Hansen og Arne Thorsteinsson høvdu sagt seg úr starvi á Fornminnissavninum.
So nýttu tey allan dagin til at arbeiða við teirra innsløgum, og hóast sendingin ikki fór beinleiðis í luftina klokkan 20 tað kvøldið, so hevði Sjónvarpið skipað soleiðis fyri, at tey skuldu arbeiða sum um teirra evstamark var klokkan 20.
? Klokkan 20 var tað so Jørgen Niclasen, sum sat í stólinum í Dag og Viku studionum og skuldi royna seg sum vertur, sigur Katrin Petersen.
Hvussu leikur gekk hendan dagin, meðan tingfólkini royndu seg sum fjølmiðlafólk fæst at síggja komandi mikukvøld. Men eisini fer at bera til at síggja, hvussu tey kláraðu seg undir pressinum. Tí Sjónvarp Føroya hevði allatíðina eitt filmstól við, so at lúrast kann handan myndatólið og veruliga síggja, hvussu leikur gekk.
? Tað er uttan iva eisini nakað, sum fólk fara halda vera stuttligt at síggja, heldur Katrin Petersen.

Gamalt hugskot
Katrin sigur, at hetta hugskotið ikki er eitt nýtt hugskot. Hetta hava tey í sjónvarpinum fleiri ferðir tosað um, men ikki fyrr enn nú hava tey gjørt tað til veruleika.
? Vit hava ofta tosað um tað, serliga tá sjónvarpið hevur verið í brennideplinum eitt nú viðvíkjandi fíggjarligu støðuni, greiðir hon frá.
Hon vísir á, at ofta tá ført hevur verið fram, at Sjónvarp Føroya ikki hevur fíggjarligu orkuna til at framleiða nógv føroyskt tilfar, so hava fleiri politikkarar sagt, at tey bara kunnu gera bíligari sjónvarp.
? Hetta er ein gyltur møguleiki at vísa politikarunum, hvussu vit arbeiða í tí dagliga, og hvat tað í veruleikanum er, vit arbeiða við, sigur Katrin Petersen.
Hon heldur fram, at tað er jú ongin loyna, at tað gongur striltið við at framleiða føroyskt tilfar til allar málbólkarnar hjá sjónvarpinum. Eitt nú hevur ongin ungdómssending verið í fleiri ár.
? Men við tí avmarkaðu orkuni vit hava, so er tað bara soleiðis, at seta vit eyka kreftir inn til at framleiða til dømis tíðindi, so gongur tað út yvir møguleikarnar fyri at gera aðrar sendingar, til dømis kjaksendingar. Ella um vit gera barnasendingar ella okkurt so kundi tað lættliga gingið út yvir eina sending sum Cassiopeia, sum jú hevur fingið eina flotta byrjan, sigur Katrin og staðfestir enn einaferð, at fíggjarliga orkan hjá Sjónvarpi Føroya er alt ov lítil.
Katrin heldur, at tey við hesum eisini fáa ein møguleika at varpa ljós á nøkur viðurskifti, sum kjakast verður um í teimum trimum kjaksendingunum í komandi viku.
? Tað er upp á tíðina, at tað verður staðfest, hvat politikararnir ætla við Sjónvarpi Føroya, sigur Katrin Petersen at enda.