Røðaralistin er langur enn, nú tingfólk umrøða Kringvarp Føroyar og nýggja public-service-sáttmálan við mentamálaráðið.
Gjøgnumgangandi halda tingfólk at nýggi sáttmálin er ov lítið ítøkiligur og bert eitt endurprent av sáttmálanum, sum fóru úr gildi 1.januar 2014.
Eisini hava tingfólk funnist at, at Kringvarpið ikki kemur nóg víða kring landið. Eitt annað mál, sum fleiri ferðir var nevnt var, at rættast hevði verið, at tvær tíðindarekatiiónir eru í KvF - ein fyri útvarp og ein fyri sjónvarp og at tær onki eiga at hava at gera hvør við aðra.
Sáttmálin kemur í gildi 1.januar 2017 og gongur í trý ár.










