Orsøkin til tað mangan ósakliga orðaskiftið á tingi metir Jógvan Ingvard Olsen, ið var løgtingsformaður seinasta valskeið, er, at tingfólk seta seg ov lítið inn í tey einstøku málini, ið eru til viðgerðar. Áðrenn Jógvan I. Olsen fór burtur úr politikki tosaði hann fyri at bøta um umstøðurnar hjá tingfólki við eitt nú at fáa eini nýggj og betri tinghús umframt at bera so í bandi, at tingarbeiðið verður høvuðsstarvið hjá tingfólki. Jógvan I. Olsen sat á tingi fyri Sambandsflokkin frá 1970 til 1998, var tingformaður frá 1995 til 1998 og landsstýrismaður eitt skifti seinast í áttatiárunum.
- Eg havi lagt til merkis yvir eitt langt tíðarbil, at tingfólk seta seg alt ov illa inn í málini, ið eru til viðgerðar, og gera ov lítið við sítt politiska arbeiði. Og av tí at tey vita ov lítið um tað sum er til viðgerðar halda tey agitasjónstalur. Fyri at fjala út yvir, at teir kenna ov lítið til málið leggja teir í agitasjónstalunum eftir mótpartinum og tá kemur persónsprofileringin inn í myndina. Hetta kemst fyri ein stóran part av, at tingfólk umframt tingarbeiðið hava eitt annað fulltíðarstarv við síðuna av. Tað klárar eingin. Síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi verður kravt meiri av tingfólki. Fyrr høvdu politikarar størri innlit í politiska arbeiðið, tí teir vóru í umsitingini. Soleiðis er tað ikki í dag.
- Um politikarar hava ov lítla virðing fyri hvør øðrum, veit eg ikki, men vit síggja jú, at teir dyrka ósemjur. Politikarar hava lyndi til ikki at hugsa út um sín flokk og tað hugmyndafrøðina flokkurin stendur, eisini tá ið sokallað uttanveltað mál eru til viðgerðar. Teir vilja fyri ein og hvønn prís gera vart við seg og sín flokk. Og tað ger, at orðaskiftið á tingi mangan er ósakligt. Tað er sjálvsagt uppgávan og skyldan hjá løgtingsformanninum at heita á tingfólk um at halda seg til málið og ikki taka slíkt, sum er óviðkomandi við. Annað kann hann ikki gera.
- Eg haldi næstan, at kjakið á tingi í dag er verri enn tað var fyrr. Vit síggja, at stór mál fáa lítla viðgerð. Fáir politikarar taka orðið, tí teir heilt einfalt ikki hava sett seg inn í málið. Ístaðin fyri fáa mál, ið ikki eru so stór, stóra og drúgva viðgerð. Og tað eru týðiliga tekin um, at politiska arbeiðið verður ikki nóg væl gjørt, sigur Jógvan I. Olsen.