Nú ber aftur til at hoyra, hvat tingfólk siga av landsins hægsta røðarapalli. Mong fólk við politiskum áhuga - og tíðindafólk - hava helst ynskt, at kunna lurta beinleiðis eftir tí, sum verður sagt av tingsins røðrarapalli. Henda skipanin hevur virkað umvegis Tingvarpið, men ikki altíð eins væl.
Í Degi og Viku fyrr í vikuni varð víst á, hvussu vánalig myndin og ljóðið vóru úr tinginum, men nú er broyting hend á hesum øki. Við hesi skipanini mugu landsins kosnu menn og kvinnur verða vís í, at teirra orð fara at røkka nógv longur út.
Seinnapartin í dag hendi nevniliga eitt frambrot á hesum økinum, tá ein nýggj skipan varð sett í verk, har ein í øllum førum kann lurta eftir tí, sum hendir her.
Til henda møguleikan slepst umvegis tvær heimasíður - annaðhvørt teirri hjá Løgtinginum, sum er á www.logting.fo, ella á Portalinum www.portal.fo undir ?Løgtingið beinleiðis?.