Tað gjørdist ein langur og drúgvur tingfundur fríggjadagin við drúgvum orðaskiftum um misálitisuppskotiðð á Aksel V. Johannesen, løgmann, og um grein 14 í hjúnabandslógini.
Tá ið seinasta tingfólkið hevði havt orðið var klokkan um eitt leygarmorgunin. Misálitisuppskotið fall og broytingnar í hjúnabandslógini vóru samtyktar..
Í dag eru heili 10 mál á skrá. Øll eru 2. viðgerðir. Nógv bendir á, at tingdagurin í dag eisini verður drúgvur.










