-Fyri einum mánaði síðan skrivaði tingbólkurin undir eitt skjal, sum mælti eykaflokstinginum til at seta Tórbjørn Jacobsen uttanfyri tingbólkin, og tí skilji eg ikki, at fjølmiðlarnir enn einaferð rógva fram undir, at tað skal verða spenningur um, hvørja støðu tingbólkurin fer at taka í málinum.
Sambært floksformanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal, tykist lítil ivi vera um, at Tórbjørn Jacobsen verður settur uttanfyri tingbólkin hjá Tjóðveldisflokkinum, tað ið eftir er av valskeiðnum. Høgna Hoydal vísir á, at tingmanningin hevur sagt sína hugsan í málinum fyri einum mánaði síðan, og tá var greiða niðurstøðan, at tingmanningin tók frástøðu frá framferðini hjá Tórbjørn Jacobsen í samband við stríðið við floksformannin.
Hvat hendir um tingmanningin gongur ímóti tilmælinum um at útihýsa Tobba?
Øll tingmanningin hevur skrivað undir einaferð, at Tórbjørn skal setast uttanfyri tingbólkin, og tað vænti framvegis er støðan hjá tingfólkunum. Vísir tað seg, at okkurt tingfólk gongur ímóti tilmælunum, verður tú noyddur at spyrja tey, hví tey hava broytt støðu, svarar Høgni Hoydal avgjørdur
Formaður Tjóðveldisfloksins dugir ikki at siga nær tingbólkurin fer at taka endaligu niðurstøðuna í stríðnum, men hann slær fast, at jólini skulu fáast frá hondini, áðrenn tingbólkurin kemur saman aftur at viðgera málið.
Ikki klókari
Stóri spurningurin, ið framvegis stendur ósvaraður er, hvat í grundini stríðið millum Tórbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal snýr seg um. Síðan hvassorðaðu lesarabrøvini hava nógvar gitingar verið um, hvat býr aftanfyri ósemjuni, men tað er framvegis ikki komið fram í ljósmála havt veruliga býr aftanfyri.
-Tað kom einki fram á flokstinginum leygardagin um orsøkina til álopini. Hóast Tórbjørn var biðin um at greiða frá bakgrundini, valdi hann ikki at taka orðið. Sum eg segði tað við Útvarpið sunnudagin, tulki eg ikki málið sum annað enn eina miðvísa ætlan at seta kílar í flokkin, greiðir Høgni Hoydal frá.
Fólkatingsval
Í donskum fjølmiðlum um vikuskiftið hevur dúgliga verið gitt um, nær danski forsætiráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, fer at skriva út nýval. Flestu serfrøðingar vænta, at Fólkatingsvalið verður antin seinast í januar ella fyrst í februar mánaði komandi ár.
Tað er einki yvir at dylja, at stríðið millum Tórbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal hevu Tjóðveldisflokkin undan Fólkatingsvalinum. Á flokstinginum leygardagin gjørdist greitt, at Tórbjørn Jacobsen ikki verður tveittur úr Tjóðveldisflokkinum, tí útihýsingarreglan kann ikki setast í verk við afturvendandi kraft. Spurdur, um tað kann hugsast, at Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen verða á sama lista til Fólkatingsvalið svarar Høgni Hoydal:
Hatta havi eg onga viðmerking til. Í samband við val eru ávísar mannagongdir, sum skulu fylgjast, og hatta er fyrst og fremst eitt mál hjá valfeløgunum at taka støðu til.
Mynd: Høgni:
-Fyri einum mánaði síðan skrivaði tingbólkurin undir eitt skjal, sum mælti eykaflokstinginum til at seta Tórbjørn Jacobsen uttanfyri tingbólkin, og tí skilji eg ikki, at fjølmiðlarnir enn einaferð rógva fram undir, at tað skal verða spenningur um, hvørja støðu tingbólkurin fer at taka í málinum.
Mynd: Savnsmynd