Bretland og USA eru til reiðar at lata sýriska forsetan, Bashar al-Assad, sleppa úr Sýrialandi sum part av einari avtalu um valdsskifti í landinum. Ein tílík avtala ber í sær, at al-Assad sleppur undan rættarsókn.
Bretska blaðið Guardian skrivar, at David Cameron og Barack Obama hava tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, um ætlanina, nú teir tríggir hava verið á G20-toppfundi í Meksiko.
Sambært blaðnum hevur Cameron sagt, at teir tríggir vóru samdir um fleiri avgerandi spurningar í sambandi við eitt politiskt valdsskifti í Sýrialandi, og at Putin hevur slept kravinum um, at al-Assad skal varðveita forsetaembætið aftan á eitt valdsskifti.









