Í Ísrael høvdu tey flestu væntað, at samráðingarnar millum Kadima og Arbeiðaraflokkin um at skipa nýggja stjórn fóru at ganga bæði skjótt og væl, men so varð ikki.
Í gjár noyddist Ehud Olmert, forsætisráðharri og formaður í Kadima, at viðganga, at samráðingarnar vóru truplari, enn hann hevði væntað, og at hann og formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Amir Peretz, vóru so mikið ósamdir, at teir høvdu gjørt av at útseta samráðingarnar nakrar dagar. Ísraelsk bløð skriva í dag, at teir báðir formenninir eru millum annað ósamdir um, hvussu ráðharrastørvini skulu býtast teirra millum.
Vit skulu hava stundir til at hugsa okkum um, sigur Haggai Merom úr Arbeiðaraflokkinum við bløðini, men hann sigur seg vænta, at ósemjan verður loyst seinni í vikuni.
Kadima vann tjóðartingsvalið í síðsta mánað, men kann kortini ikki skipa stjórn einsamallur. Umframt Arbeiðaraflokkin er ætlanin at fáa Pensjonistaflokkin upp í samgonguna.